ÍSF: vilja síggja orðingarnar á fíggjarlógini

ÍSF: vilja síggja orðingarnar á fíggjarlógini
Ítróttasamband Føroya fegnast um, at nýggja samgonguskjalið leggur upp til, at føroyska ítróttalívið fær betri karmar, men tað skal eisini síggjast á fíggjarlógini, sigur ÍSF
ÍSF vil hava størri játtan á næstu fíggjarlógini
Mynd: ÍSF  
 
22.12.2022 - 15:08

Ítróttur er nevndur fleiri ferðir í nýggja samgonguskjalinum, sum varð undirskrivað fyrrapartin, men føgru orðingarnar skulu síggjast aftur longu í komandi fíggjarlóg, skrivar Ítróttasamband Føroya.

ÍSF sigur seg í longri tíð hava víst á, at játtanin til føroyskan ítrótt leingi hevur staðið í stað, "hóast virksemið - bæði innanlands og altjóða - er vaksið."

Tí er avgerandi, at nýggja samgongan skrivar soleiðis, sigur ÍSF:

 - Arbeiðast skal fyri at hækka rakstrarstuðulin til ÍSF og styrkja altjóða luttøku. Landið luttekur við parti av íløguni í ítróttamiðstøðir, stendur í samgonguskjalinum.

Samstundis sum ÍSF fegnast um orðini, vónar felagsskapurin, sum varðar av føroyskum ítrótti, at tey síggjast sum krónur og oyru á komandi fíggjarlógini.

 - Tí í løtuni eru fleiri sambond, ið virka við undirskoti. Tað er ikki ein haldbar støða, og tørvurin á hægri játtan er sera stórur. Fólkatalið veksur jú støðugt, og tað sæst eisini aftur í íðkaratalinum. Hartil standa føroysk ítróttafólk seg støðugt betur í altjóða kappingum, og tað kostar nógv at vera við millum tey bestu, skrivar ÍSF.

Ítróttasamband Føroya fegnast um, at nýggja samgonguskjalið nevnir langtíðarætlaninar, sum ÍSF hevur lagt stóran dent á seinasta árið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. januar
Bolero - Tónleikur til veturin
186189
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta í Vestmanna kirkju
186188
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081