
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ætla at verða liðug við samgonguskjalið í morgin

Samráðingarnar um at skipa landsstýri vóru tiknar uppaftur í løgtinginum í morgun.
Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava viðgjørt arbeiðsmarknaðar- og vinnumál fyrrapartin, og semja er um øll vinnumál, eisini fiskivinnu, alivinnu og ferðavinnu, sigur Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari.
Fýra mál eru framvegis eftir at loysa í samráðingunum, men Aksel V. Johannesen vil ikki siga, hvat hesi málini eru um. Hann ætlar, at flokkarnir skulu verða lidnir við samgonguskjalið í morgin.
Samráðingar vera ikki sunnudagin, men mánadagin er ætlanin at fara undir at býta málsøkini.
Hoyr samrøðu sum Frants Jensen gjørdi við Aksel V. Johannesen í útvarpstíðindunum:
Bjarni Árting Rubeksen var framvið við fototólinum, tá samráðingarnar vóru tiknar uppaftur í morgun: