- Tíðindi, mentan og ítróttur
VIDEOBROT: Aftur og fram í løgtinginum
VIDEOBROT: Aftur og fram í løgtinginum
Samráðst verður nú í undirbólkum, og allir tríggir flokkar eru umboðaðir

Liljan Weihe úr Tjóðveldi og Margit Stóra úr Javnaðarflokkinum á veg til landsstýrissamráðingar.
14.12.2022 - 14:26
Nú samráðast Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn um nýtt landsstýri.
Tá samráðingarnar byrjaðu í morgun, vóru tað fyrst forfólkini í flokkunum, sum tosaðu yvirskipað um støðuna.
Klokkan 13 fóru tingmanningarnar í flokkunum, sum samráðast, í undirbólkar, og í bólkunum eru umboð fyri allar tríggjar flokkarnar.
Fyrst var neyðugt at fáa greiði á, hvar bólkarnir skuldu halda til í tinghúsinum.
Bárður Veihe tók myndirnar:
LOGTING_AFTUR_OG_FRAM
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV