- Tíðindi, mentan og ítróttur
Væntar at fara undir ítøkiligar samráðingar í dag
Væntar at fara undir ítøkiligar samráðingar í dag
Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Framsókn viðgera framvegis nøkur yvirskipað mál

Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari, heldur fram við samráðingunum við Sambandsflokkin og Framsókn í dag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
13.12.2022 - 12:55
Samráðingarnar millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn vórðu tiknar uppaftur fyrrapartin, og hildið verður fram seinnapartin.
Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari, sigur, at flokkarnir hava tosað yvirskipað um 13 punkt, og á middegi vóru trý punkt eftir at viðgera.
Tingmanningarnar hjá flokkunum vera eisini kunnaðar um gongdina so hvørt.
Aksel V. Johannesen sigur, at hann væntar at teir tríggir flokkarnir fara undir ítøkiligar samráðingar í dag.
Hann segði í gjár, at miðað verður eftir at hava skipað samgongu fyri jól.
Hoyr samrøðu, sum Frants Jensen gjørdi við Aksel V. Johannesen í útvarpstíðindunum:
1312022_Aksel_til_net
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV