30 ár síðan fyrstu sms-boðini

30 ár síðan fyrstu sms-boðini
Sms-skipanin var í hæddini í 2010
Nú eru 30 ár síðan fyrstu sms-boðini vórðu send
Mynd: Tilvildarlig mynd  
 
03.12.2022 - 16:49

Í dag eru júst 30 ár síðan fyrstu sms-boðini vórðu send við telefon.

Tað var ungi verkfrøðingurin Neil Papworth, sum 3. desember í 1992 sendi boðini "Merry Christmas" frá síni Orbitel 901 telefon til starvsfelagan Richard Jarvis - sum sostatt bleiv tann fyrsti at fáa eini sms-boð sendandi. Teir arbeiddu báðir hjá ensk-fronsku KT-fyritøkuni Sema Group.

Seinni, tá fartelefonirnar vunnu meir og meir fram, bleiv sms - sum er ein stytting av Short Message Service - ein nógv brúktur samskiftisháttur. 

Í 2010, tá sms-skipanin var upp á tað hægsta, vórðu sambært The World Today send 6,1 trillión sms-boð - tað er tað sama sum 193.000 sms-boð um sekundið.

Síðani hava aðrar tænastur so sum Facebook Messenger og Whatsapp yvirhálað sms-boðini sum mest brúkti máti at samskifta á skrift, men enn ber til at senda sms-boð upp á tann góða gamla mátan, eisini við eini vanligari fartelefon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Hósdag 21. november
Onki føroyskt orð er fyri deyting
183806
Hósdag 21. november
Ung fara av landinum at lesa
183958
Hósdag 21. november
Morgunlestur hósdagur 21. november 2024
183774
Mikudag 20. november
Mono - Dolly Parton
183927
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977
Hósdag 21. november
Andaktin
183976