- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lokala hetjan søkti Føroyar
Tað var eyðsæð, at Mojmír Chytil kendi seg heima á Andrův stadion í Olomouc.
Tíggjarin hjá kekkum, sum spældi sín fyrsta landsdyst, umboðar lokala felagið, SK Sigma Olomouc, og hann var altráður eftir at vísa seg fram fyri heimafjøldini.
Føroyingarnir vóru ikki eins væl til passar og máttu hyggja at, meðan Chytil skeyt bæði eitt, tvey og trý mál upp á tíggju minuttir tíðliga í dystinum.
Bert ein fjórðingur spældur, og alt í roynd og veru avgjørt.
- Í dag eru vit eru langt burturi frá tí standardinum, sum vit ynskja at seta fyri føroyska landsliðið, segði Meinhard Olsen, sum var týðiliga vónbrotin.
Trýstir í botn
Hanus Sørensen, sum fekk sín fyrsta dyst, og hinir tíggju í hvítum rendu seg í eitt kekkiskt ódnarvegur frá byrjan. Føroyar megnaðu ikki at halda upp á bóltin, og fótfimu kekkarnir spældu skjótt og hegnisliga rundan um ørkymlaða útiliðið.
13 minuttir vóru spældir, tá ið Chytil tamdi ein langan bólt, helt Gunnari Vatnhamar burturi og legði bóltin í longra málhornið. Bert seks minuttir seinni var aftur galið. Ein bóltur varð stungin inn um føroysku verjuna, og Chytil var ísakaldur framman fyri Gunnari Nielsen.
Og fegin var heimamaðurin, tá ið hann kundi stýra einum framúr innleggi úr vinstru inn við handaru stongina.
- Vit eru undir trýsti alla tíðina, og vit royna at trýsta teir eitt sindur og koma longur fram á vøllin, men tað broytist ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, segði Hanus Sørensen.
Fótaðu sær eftir steðgin
Landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, flutti Heðin Hansen aftur í verjuketuna, og tað bøtti upp á tað ringasta. Kekka sóu ikki út til at fara at fáa fleiri mál, áðrenn Gunnar Vatnhamar pakkaði teimum eitt inn í gávupappír. Afturleggingin var ov stutt og Václav Černý kundi taka bóltin við sær framvið kjansaleysa Gunnari Nielsen og økja til 4-0 tríggjar minuttir fyri steðgin.
- Vit máttu siga, at 'hetta er hent, og vit fáa ikki gjørt nakað við tað. Vit mugu umstilla okkum og fáa tað besta burturúr'. At goyma okkum komu vit ongan veg við, segði Meinhard Olsen.
Hálvleiksprátið munaði nakað, tí føroyingarnir fingu betur tak á spælinum, ímeðan kekkar so líðandi tóktust nøgdir við at liggja eitt sindur longri afturi á vøllinum. Meinhard Olsen var besti føroyski spælarin á degnum, og hann fann eisini innskifta Patrik Johannesen eftir góða renning ímóti kekkisku verjuni, men skotið fór framvið.
Patrizio Stronati kom á vøllin fyri dagsins mann, Mojmír Chytil, og verjuspælarin fekk eisini síðsta orðið, tá ið hann skallaði eitt innlegg í netið, eitt lítið korter fyri leiklok.
Teir, sum fingu sínar fyrstu minuttir á landsliðnum, fara ivaleyst at minnast dystin fyri júst tað, men í aðrar mátar er helst best at leggja hann afturum og royna aftur ímóti Kosovo leygardagin.
Andrův stadion, Olomouc (venjingardystur)
Kekkia - Føroyar, 5-0 (4-0)
1-0 Mojmír Chytil, 13 min.
2-0 Mojmír Chytil, 19 min.
3-0 Mojmír Chytil, 23 min.
4-0 Václav Černý, 42 min.
5-0 Patrizio Stronati, 76 min.