- Tíðindi, mentan og ítróttur
Helgi Dam Ziska endurvann FM í bæði snar- og kviktalvi
Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag er framvegis føroyameistari í snartalvi og kviktalvi.
Stórmeistarin endurvann um vikuskiftið bæði heitini í árligu FM-kappingini norðuri á Eiði.
Áhugin var stórur fyri kappingini.
Í snarkappingini leygardagin vóru 46 telvarar, og í kvikkappingini í dag sunnudagin vóru 48 telvarar við.
Snarfinala
Í gjár var sum sagt snartelvað. Tá hava telvarar bara tríggjar minuttir hvør umframt tvey sekund fyri leikin.
Her kom at standa á jøvnum millum Helga og Rógva Egilstoft úr Sandavágs Talvfelag. Báðir fingu 9½ stig eftir ellivu umfør.
Rógvi vann á Helga, men tapti fyri Silas Eyðsteinsnson, og telvaði remis móti bróðrinum Høgna. Helgi hevði eitt remis móti Luitjen Akselsson Apol.
So var umdystur um FM-heitið í snartalvi millum Helga og Rógva, og tá gjørdi stórmeistarin bart og vann 2-0.
FM-snar 2022 (11 umfør)
1. Helgi Dam Ziska, HT 9½
2. Rógvi Egilstoft, ST 9½
3. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 8½
4. Silas Eyðsteinsson, ST 8½
5. Olaf Berg, HT 7½
6. Sjúrður Thorsteinsson, HT 7
7. Jón í Horni Nielsen, ST 7
8. Luitjen Akselsson Apol, HT 6½
9. Hjalti Toftum Jógvansson, HT 6½
10. Andrias Ziska, HT 6½
Finalu-umdystur: Helgi Dam Ziska - Rógvi Egilstoft 2-0
46 telvarar í alt.
Kvikkappingin
Í dag var kvikkappingin á skránni.
Nú høvdu telvarar tíggju minuttir hvør til hvørt talvið, umframt fimm sekund fyri leikin.
Níggju umfør vóru í alt.
Helgi var aftur bestur, men hesaferð var Høgni Egilstoft Nielsen í hølunum á honum.
Helgi vann talvið teirra millum, og tað kom at vera avgerandi. Høgni vann øll hini talvi, Helgi telvaði remis móti Rógva Egilstoft.
FM-kvik 2022 (9 umfør)
1. Helgi Dam Ziska, HT 8½
2. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 8
3. Rógvi Egilstoft, ST 6½
4. Eyðun Nolsøe, KTF 6½
5. Olaf Berg, HT 6
6. Luitjen Akselsson Apol, HT 6
7. Silas Eyðsteinsson, ST 6
8. Margar Berg, HT 6
9. Tummas Martin Sólsker, KTF 5½
10. Carl Eli N. Samuelsen, HT 5½
Í alt 48 telvarar.
Helgi FM-kongur
Líta vit at yvirlitinum yvir FM-vinnarar í snar- og kviktalvi, sæst beinanvegin, at ein telvari skarar framúr, og tað er 32 ára gamli Helgi Dam Ziska, sum er í flokki fyri seg í føroyskari telving.
FM-heitið í snartalvi hevur hann nú vunnið seytjan ferðir. Hann vann á fyrsta sinni bara 13 ára gamal í 2004. Helgi hevur vunnið øll árini síðani uttan tvær ferðir; tá var hann ikki við.
Nýggjaru kvikkappingina hevur hann vunnið tríggjar ferðir, men fyrsta árið mátti hann lúta fyri Høgna Egilstoft Nielsen.
FM í snartalvi 1980-2022 | FM í kviktalvi 2019-2022 |
1980 Bjarki Ziska, HT |
2019 Høgni Egilstoft Nielsen, ST |