Løgmaður koyrt Jenis av Rana frá

Løgmaður koyrt Jenis av Rana frá
Rúmligheitin mótvegis landsstýrismanninum røkkur ikki longur, sigur Bárður á Steig Nielsen
Jenis av Rana er uppsagdur sum landsstýrismaður, og fyri løtu síðani fór hann úr tinginum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.11.2022 - 10:48

Løgmaður hevur í dag gjørt av at koyra Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkis- og mentamálum, úr starvi, sbr. stýrisskipanarlógini § 29 stk. 2.

Tað boðar Bárður á Steig Nielsen frá í tíðindaskrivi fyri løtu síðani.

Løgmaður sigur í stuttari viðmerking, at:

“Síðani eg tók við sum løgmaður, havi eg roynt at vera savnandi, diplomatiskur og rúmligur. Men samstundis má eg ásanna, at landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum yvir eitt longri tíðarskeið hevur bjóðað hesum av. Tá landsstýrismaðurin so í gjár alment heitir á onnur landsstýrisfólk um beinleiðis at ganga í móti boðum løgmans, ja, tá røkkur mín rúmligheit ikki longur.

Løgmaður røkir fyribils uttanríkis- og mentamál, stendur í tíðindaskrivinum frá Bárði á Steig Nielsen.

 

Eykatíðindasending verður í útvarpinum klokkan 11.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226

Annað frá KVF