- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bakkafrost-samtakið 234 milliónir í vinningi í triðja ársfjórðingi
Bakkafrost-samtakið hevði 234 mió. kr. í vinningi eftir skatt og virðisreguleringar í triðja ársfjórðingi í ár.
Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit, sum er 444 mió. kr. Men í Skotlandi var hall, 137 mió. kr.
Lidnu vørurnar góvu 276.000 kr. í avlopi.
Hjá Havsbrún var úrslitið í triðja ársfjórðingi 120 mió. kr.
Laksaprísurin fór niður í helvt í ársfjórðingunum.
Góð lívfrøðilig gongd
Lívfrøðiliga gongdin í alingini í Føroyum var sera góð í triðja ársfjórðingi eins og í undanfarna, sigur Bakkafrost.
Lúsatølini vóru metlítil, og fellið var sera lítið.
Í Skotlandi hevur lívfrøðin verið avbjóðandi fyri alingina í hesum ársfjórðinginum.
Hetta elvdi til stórt felli, størri enn væntað.
Bakkafrost ætlar at basa fellinum við at seta út størri smolt.