- Tíðindi, mentan og ítróttur
Harður streymur, umleypandi veður og lítil útróður
Heldur ikki í vikuni, sum kemur, væntar Fiskamarknaðurin nógvan útróður.
Streymurin er harður, men batnar tó sum vikan gongur, og veðrið verður umleypandi.
Um línuskipini sigur Fiskamarknaðurin, at eitt ísfiskalínuskip er á Íslandsrygginum, eitt er norðanfyri og trý smærri skip eru eystanfyri.
Skipini fáa mest av toski, hýsu og so nakað av longu, brosmu og svartkalva.
Eitt frystilínuskip er við Ísland, eitt er á Føroya banka, og sjey eru á ytru leið undir Føroyum.
Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva.
Fýra úti og trý inni
Um partrolarar verður sagt, at fýra pør eru úti. Tey flestu fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga blálongu, longu og hýsu. Fiskaríið hjá teimum er smáligt.
Trý pør liggja við bryggju, men fara væntandi út í næstum.
Ein trolbátur fiskar havtasku á Skeivabanka.
Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð hjá teimum er smáligt.
Tvey garnaskip fiska havtasku. Hjá teimum er fiskaríið brúkiligt, sigur Fiskamarknaður Føroya.