- Tíðindi, mentan og ítróttur
Enn ein úr B36 til B68
Ragnar Samuelsen skiftir úr B36 til B68.
Tað kunngerð toftafelagið í dag.
Miðvallarin hevur fyrr spælt undir leiðsluni hjá Jákupi á Borg í B36, og hetta var ein orsøk til skiftið til felagið hinumegin tunnilsmunnan.
- Hetta kennist sum tað rætta at gera beint nú, og eg eri spentur uppá tað sum B68 hevur gongd í. Samstundis hevur tað eisini talt upp, at sleppa at arbeiða saman við Jákupi aftur, sigur Ragnar Samuelsen smbært facebook-vanganum hjá B68.
Hetta hendir stutt eftir at Alex Mellemgaard, sum eisini hevur spælt saman við og undir leiðsluni av Jákupi á Borg, skifti hvítt út við reytt.
Í fjør royndust fleiri fyrrverandi B36-spælarar væl á Toftum. Rói M. Hentze og brøðurnir Hugin og Gilli Samuelsen stóðu seg allir væl í tíðarskeiðum í kappingini í fjør, sum endaði við, at B68 bjargaði sær enn eitt ár í Betri-deildini.