- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ósemja um Musikkskúlan endar í gerðarrætti
Ósemja um Musikkskúlan endar í gerðarrætti
Tórshavnar kommuna er ikki nøgd við skúlan, men kommunan hevur góðkent verkætlanina, siga Kontrast Arkitektar
31.10.2022 - 13:58
Ósemja er millum Tórshavnar kommunu og Kontrast Arkitektar um byggingina av Musikkskúlanum í Havn, og málið verður lagt fyri gerðarrættin.
Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini hjá Tórshavnar kommunu, sigur at kommunan er ikki nøgd við byggingina, og Tórshavnar býráð hevur samtykt at játta 1,3 milliónir kr. til ábøtur á skúlan.
Mayfinn Norðoy, stjóri í Kontrast Arkitetkum, váttar, at ósemja er, men hann leggur dent á, at Tórshavnar kommuna hevur góðkent verkætlanina í øllum stigum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindum:
31102022_Musikkskulin_
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV