70 eigaraíbúðir í Nes kommunu

70 eigaraíbúðir í Nes kommunu
Íbúðirnar verða bygdar við Regnavegin, beint sunnan fyri Svangaskarð
Høgni Petersen, stjóri í smápartafelagnum Skákinum, og Súni í Hjøllum, borgarstjóri, skrivaðu undir sáttmálan.
Mynd: Nes kommuna  
 
31.10.2022 - 15:35

Nes kommuna og smápartafelagið Skákið hava skrivað undir sáttmála um at byggja 70 eigaraíbúðir í ymsum støddum.

Fyri Nes kommunu undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, og fyri Skákið Høgni Petersen, stjóri.

 

Soleiðis fara eigaraíbúðirnar í Nes kommunu at síggja út.

 

Í summar bjóðaði Nes kommuna út eitt lendi við Regnavegin, beint sunnan fyri Svangaskarð, sum er umleið 8.800 fermetrar.

Smápartafelagið Skákið vísti áhuga, og eftir samráðingar gjørdist greitt, at felagið vildi keypa lendið til íbúðarbygging og byggja upp til 70 íbúðir í økinum.

Eftir ætlan skulu íbúðirnar standa lidnar, áðrenn trý ár eru umliðin.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.
 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519