Torført at prógva sabotasju á káplar

Torført at prógva sabotasju á káplar
Norskur granskari og flotakapteynur sigur, at altjóða lóggávan á økinum er elligomul og sera avmarkað
Tor Ivar Strømmen er granskari og flotakapteynur í norska Sjøkrigsskolen. 
Mynd: NRK  
 
28.10.2022 - 14:20

Vil Russland kvetta samskiftiskáplarnar í føroyskum sjógvi, er tað øgiliga lítið, sum nakað land kann gera við tað.

Orsøkin er, at tað er torført at prógva slíka sabotasju, og so er altjóða lóggávan á økinum elligomul og øgiliga avmarkað. 

Tað sigur Tor Ivar Strømmen, sum er granskari og flotakapteynur í norska Sjøkrigsskolen. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

28102022_Tor_Ivar_Strommen

 

Herfyri fekk Shefa-kaðalin skaða. Tað var staðfest, at skaðin hendi við Hetland. Shetland News skrivaðu, at allir tríggir skaðarnir á Shefa-kaðalin í september stava helst frá fiskireiðskapi, hóast kaðalin er væl merktur á øllum sjókortum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772