Rásin skal byggjast út

Rásin skal byggjast út
Ætlanin er, at virksemið hjá Rásini verður tvífaldað, úr sjey næmingum upp í 14
Rásin er ein tvey ára eftirskúli fyri menningartarnað, sum eru liðug við fólkaskúlan. (Savnsmynd)
 
28.10.2022 - 08:51

Arbeiðið at byggja út Rásina í Saltangará er boðið út.

Ætlanin er, at virksemið hjá Rásini verður tvífaldað, úr sjey næmingum upp í 14.

Byggjast skulu tvær skúlastovur, sjey kømur við vesi, ein lítil køkur og onnur hjárúm. 

Freistin at bjóða er til 25. november kl. 14.00.

Ætlanin um útbyggingina er ikki nýggj, hon kom longu í 2018.

Rásin er ein tvey ára eftirskúli fyri menningartarnað, sum eru liðug við fólkaskúlan. 

Skúlin var settur á stovn í 2005.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519