- Tíðindi, mentan og ítróttur
Næmingar aftra seg við at fara í skúla
Næmingar aftra seg við at fara í skúla
Skúlaárini 2019-2020 og 2020-2021 fingu 52 næmingar heima- og sjúkraundirvísing
28.10.2022 - 08:31
Næmingar, sum aftra seg við at ganga í skúla, gerast fleiri og fleiri, vísa tøl hjá Undirvísingarstýrinum, skrivar Skúlablaðið.
Skúlaárini 2018-2019 og 2019-2020 fingu 40 næmingar heima- og sjúkraundirvísing.
Skúlaárini 2019-2020 og 2020-2021 vóru teir 52.
Taka vit tey uppí, sum eru við í sertilboði, eru tølini nógv størri.
Tey vóru 131 skúlaárið 2018-2019, og tey eru 228 í hesum skúlaárinum, skrivar Skúlablaðið.
Skúlin á Trøðni, sum er einasti serskúlin í Føroyum, er ikki við í hesum tølum.
Fleiri dreingir enn gentur hava verið, men síðsta skúlaárið vóru genturnar nógv fleiri.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV