- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fáa nú annað skip fyri Vesturleika
Fáa nú annað skip fyri Vesturleika
Aalskere úr Oknoyggjunum er seldur til Sørvágs
Mynd: donfishing.com
28.10.2022 - 11:45
Trolarin Aalskere í Orknoyggjunum er seldur til Føroya, skrivar BBC Radio Orkney.
Minni kvota og høgi oljuprísurin eru orsøkin til, at skipið verður selt.
Heimasíðan Fiskur.fo skrivar, at Aalskere er keyptur fyri Vesturleika, sum er seldur til Russlands.
Vesturleiki var seldur til Russlands fyrst í hesum árinum.
Ísfiskatrolari
Aalskere er bara hálvt triðja ára gamal. Hann er ísfiskatrolari, men Vesturleiki var frystitrolari.
Vesturleiki, sum var skrásettur í Sørvági, var seldur Murman Seafood í Murmansk í Russlandi fyri 25 mió. kr. fyrst í hesum árinum.
Hann er bygdur í Danmark í 1988 og kom til Føroya á sumri í 2006.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV