- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vit kunnu vænta fleiri rentuhækkingar
Evropeiski miðbankin, ECB, hevur hækkað leiðandi rentuna við 0,75 prosentstigum upp í 1,5 prosent, boðar bankin frá.
Hetta er onnur rentuhækkingin hjá ECB seinastu tveir mánaðirnar.
Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum, sigur, at hetta er liður í stríðnum hjá miðbankanum móti ógvusligu inflatiónini, og vit kunnu vænta fleiri rentuhækkingar í næstum:
Malan Johansen, landsbankastjóri (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Tá evropeiski miðbankin broytir rentuna, plagar danski tjóðbankin at gera tað sama. Væntandi fer danski tjóðbankin at hækka sína rentu longu í dag, skriva danskir miðlar, og í hølunum á tjóðbankanum plaga føroysku peningastovnarnir at gera tað sama.
Hægri renta merkir, at tey, sum eiga pengar á kontu í bankunum, fáa størri avkast, men tey, sum hava stór lán við skiftandi rentu, noyðast at gjalda meiri:
Hóast summi skulu rinda meira, heldur Malan Johansen, at føroysku húsarhaldini eru sum heild so mikið væl fyri, at tey mega rentuhækkingina:
Dagføring kl. 18: Í dag boðaði Danski tjóðbankin eisini frá, at hann hækkar rentuna við 0,6 prosentstigum.