- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atlantsflog hjálpir Air Greenland
Føroyska flogfelagið, Atlantsflog, hjálpir nú grønlendska felagnum, Air Greenland, at flyta ferðafólk til Danmarkar, eftir at einasta flogfarið hjá grønlendska felagnum fekk skaða.
210 ferðafólk vóru í gjár til reiðar at fara avstað til Keypmannahavnar úr Kangerlussuaq, tá ið flogfarið fekk skaða.
Trappurnar, sum verða nýttar til at ganga upp í flogfarið, tóku í annan vongin, sum fekk stóran skaða.
Tí er flogfarið tikið úr flúgving næstu vikuna.
Í dag fara 377 ferðafólk til Danmark við flogførum, sum Air Greenland hevur leigað.
Felagið hevur leigað tvey flogfør frá Atlantsflogi og eitt flogfar frá spanska flogfelagnum Wamos Air.
Trappan gjørdi skaða á vongin á flogfarinum hjá Air Greenland. (Mynd: KNR)