- Tíðindi, mentan og ítróttur
Makrelkvotan í ár er fiskað
Makrelkvotan í ár er fiskað
Okkurt er tó eftir, tí partur av kvotuni frá 2021 er fluttur til í ár
25.10.2022 - 11:07
Makrelkvotan í ár er fiskað, váttar Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Okkurt er tó eftir at fiska. Í fjør var minni fiskað, enn kvotan ásetti, og tí er partur av kvotuni frá 2021 fluttur til í ár, sigur landsstýrismaðurin.
Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Hetta er triðja árið, at eingin semja er millum strandarlondini um býtið av makreli. Men tá semja kemur, kunnu vit vænta, at føroyski parturin verður lutfalsliga minni.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
15102022_Arni_til_net
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV