- Tíðindi, mentan og ítróttur
StuttFlutt skal ala og slátra neyt
Eitt smápartafelag er nú stovnað til at slátra føroysk neyt og føroyskar tarvkálvar og síðani selja kjøtið.
Felagið eitur StuttFlutt og er í Kollafirði.
Stovnari er smápartafelagið Fagraklett.
Endamálið hjá felagnum er at ala neyt, sláturhúsvirksemi og at góðska neytaúrdráttir.
Hava slaktað í fleiri ár
Í nevndini eru feðgarnir Petur Elias Debes og Hákun Fríði Debes í Miðvági og Jóhann Fagraklett í Kollafirði, sum eisini er stjóri.
Teir hava longu í seks ár slaktað og selt neytakjøt í samstarvi við Gásadalsgarð.
Teir brúka fjósið á Giljanesi, sum teir leiga, til virksemið, og royna nú at fáa fígging til at keypa fjósið, sigur Petur Elias Debes, nevndarformaður. Hann sigur, at teir keypa neytini frá bóndunum og ala sjálvir tarvkálvar.
Petur Elias Debes sigur, at millum 250 og 300 neyt verða dripin í Føroyum um árið.
Hann sigur, at higartil hevur eingin trupulleiki verið at sloppið av við kjøtið.