Fótbóltsdómarar finnast at FSF fyri larmandi tøgn

Fótbóltsdómarar finnast at FSF fyri larmandi tøgn
Málið um KÍ-venjaran hevur fingið fótbóltsdómararnar at broyta vangamyndina á Facebook til "Tann, ið tegir, samtykkir"
Petur Reinert er formaður í Fótbóltsdómarafelagnum.
 
03.10.2022 - 10:59

Fótbóltsdómarafelag Føroya finst hvassliga at Fótbóltsambandi Føroya fyri larmandi tøgnina, sum sambært teimum hevur valdað, síðani nógv umrøddi KÍ-venjarin, Mikkjal Thomasen, leygarkvøldið 17. september sló ein fótbóltsdómara, ein leikara í Betri deildini, ein kringvarpsjournalist ein málmansvenjara, og umframt hetta kom við hóttanum.

Dómararnir hava broytt sína vangamynd á Facebook til eina mynd við tekstinum: Tann, ið tegir, samtykkir.

 

Hoyr samrøðu við Petur Reinert, formann í Fótbóltsdómarafelagnum,  í útvarpstíðindunum:

 

03102022_Petur_Reinert


Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltsambandi Føroya, hevði ongar viðmerkingar til málið, tá útvarpið tosaði við hann í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772