
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppskotið um pantskipan kann ikki brúkast
Uppskotið um pantskipan kann ikki brúkast
Niels Mortensen, stjóri í SMS-samtakinum, sigur, at nýggja skipanin kann elva til, at tað verður dýrari hjá brúkaranum

Lógaruppskotið sigur, at tað liggur á innflytara og framleiðara at syrgja fyri at íløt koma til endurnýtslu og endurvinning. Mynd er av fløskuautomatini í SMS.
13.09.2022 - 12:55
Nýggja pantskipanin hjá landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum fær vánaliga móttøku í handlunum.
Uppskotið hjá Magnusi Rasmussen, landsstýrismanni, er í løtuni til hoyringar.
Niels Mortensen er stjóri í SMS-samtakinum.
- Tað, sum liggur á borðinum nú, kann ikki brúkast, sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS-samtakinum, sum m.a. eigur Miklagarð, Bónus-handlarnar og Mylnu-handlarnar.
Hann viðgongur kortini, at tað almenna má skera ígjøgnum fyri at loysa trupulleikarnar.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
13092022_-_Niels_Mortensen_til_net
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV