Fekk endurgjald, tí javnstøðulógin var brotin

Fekk endurgjald, tí javnstøðulógin var brotin
Nevndin álegði arbeiðsgevaranum at gjalda arbeiðskvinnuni endurgjald, svarandi til løn í 25 vikur
Arbeiðskvinnan hevur fingið 190.000 kr. í endurgjaldi, sum Javnstøðunevndin álegði arbeiðsgevaranum at rinda. (Savnsmynd: Føroya arbeiðarafelag)
 
13.09.2022 - 08:20

Ein arbeiðskvinna hevur fingið yvir 190.000 kr. í endurgjaldi, tí javnstøðulógin var brotin.

Føroya arbeiðarafelag kærdi í fjør til Javnstøðunevndina, tí ein limur felagsins metti seg hava verið fyri mismuni í sambandi við, at hon var í barsilsfarloyvi.

Tá barsilstíðarskeiðið var liðugt, fekk kvinnan at vita, at hon ikki longur skuldi røkja starvið, sum hon hevði, áðrenn hon gjørdist við barn, men at hon skuldi arbeiða sum vanligt arbeiðsfólk.

 

Einki prógv

Javnstøðunevndin staðfesti fyrst í apríl, at arbeiðsgevarin ikki prógvaði, at uppsøgnin ikki var grundað á barsilin.

Nevndin álegði arbeiðsgevaranum at gjalda arbeiðskvinnuni endurgjald, svarandi til løn í 25 vikur.

Við eftirløn er talan um kr. 190.321 kr.

Kvinnan hevði frammanundan fingið staðfest í Vinnukærunevndini, at sami arbeiðsgevari ikki helt skyldur sínar sambært lógini um setanarprógv, og hon fekk eisini endurgjald fyri hetta brot.

 

Ikki skattskyldug

Føroya arbeiðarafelag segði, at slíkar endurgjaldsupphæddir ikki skulu skattast.

Fyrst segði Taks, at tað skulu tær, men seinni segði Taks, at talan ikki er um skattskylduga inntøku


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856