Liz Truss er nýggjur forsætisráðharri í Stórabretlandi

Liz Truss er nýggjur forsætisráðharri í Stórabretlandi
Stórabretland hevur fingið nýggjan forsætisráðharra, og tað er ein kvinna, og hon eitur Liz Truss
Liz Truss er nýggjur formaður í Konservativa flokkinum og næsti forsætisráðharrin í Stórabretlandi
Mynd: BBC  
 
05.09.2022 - 12:28

Tað verður ein kvinna, sum skal standa á odda fyri Stórabretlandi næstu árini. 

47 ára gamla Liz Truss vann stríðið um at gerast nýggjur formaður í Konservativa flokkinum á 42 ára gamla Rishi Sunak, og harvið verður hon eisini nýggjur forsætisráðharri. 

Millum 160.000 og 180.000 bretar eru limir í Konservativa flokkinum, og tað vóru teir, sum valdu nýggja formannin í flokkinum. 

Og úrslitið gjørdist, at Liz Truss, ið er uttanríkismálaráðharri, fekk 81.326 atkvøður, meðan Rishi Sunak, ið er fyrrverandi fríggjarmálaráðharri, fekk 60.399 atkvøður. 

Liz Truss gjørdi vart við, at hon ætlar sær at føra lyftini, sum Konservativi flokkurin lovaði til seinasta val, út í lívið. 

"Eg havi ført valstríð sum ein konservativur politikari, og eg ætli mær at leiða sum ein konservativur politkari," staðfesti Liz Truss í síni takkartalu. 

Upprunaliga vóru 11 um boðið at gerast forsætisráðharri, men tá ið avtornaði stóð kappingin ímillum Liz Truss og Rishi Sunak.

Stór ósemja hevur verið í Konservativa flokkinum seinastu árini, og fyrsta uppgávan hjá nýggja formanninum verður at savna flokkin aftur, siga eygleiðarar.

Liz Truss er triði kvinnuligi forsætisráðharrin í Stórabretlandi. Tann fyrsta var Margaret Thatcher og onnur Theresa May. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130