Genta bjargað út undan húsum

Genta bjargað út undan húsum
Ein tvey ára gomul genta varð í nátt bjargað úr einum sethúsum, eftir at eitt skriðulop hevði gjørt um seg í gjárkvøldið í Valsøyfjørðinum í Norra.
Mynd: Emilie Sørsdal/NTB  
 
03.09.2022 - 18:29

Eftir skriðulopið tók tað tríggar tímar hjá bjargingarliðnum at grava seg fram til gentuna, ið lá undir leiri og múrsteinum.

Smáar vónir vóru um at finna hana á lívi, men tá ið bjargingarfólkini hoyrdu eina veika, grátandi rødd, hildu teir á við bjargingararbeiðinum og fingu gentuna út undan húsatoftunum.

Gentan varð flutt á sjúkrahús, men ikki er greitt, hvussu heilsustøða hennara er.

Trý onnur fólk, sum eisini vórðu bjargað út, eru løgd inn á sjúkrahús, men ein 80 ára gomul kona, sum eisini var í húsinum, doyði av løstunum, hon fekk.

Skriðulopið gjørdi seg eisini inn á nøkur onnur hús í grannalagnum, men uttan at nakar fólkaskaði var.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130