Nú verður koppsett fyri koronu í Danmark

Nú verður koppsett fyri koronu í Danmark
Talan er um tvey nýggj sløg av heilivági, sum evropeiski heilivágsfelagskapurin, EMA, hevur kannað og góðkent
Í Danmark byrjar koppsetingin hálvan september, tá fólk á ellis- og røktarheimum, yvir 85 ár, verða koppsett.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
02.09.2022 - 14:11

Danska stjórnin hevur gjørt av, at fólk yvir 50 ár, skulu fáa møguleikan at vera koppsett fyri koronu í heyst.

Og stjórnin hevur bílagt heilivág til tað.

Talan er um tvey nýggj sløg av heilivági, sum evropeiski heilivágsfelagskapurin, EMA, hevur kannað, og sum er góðkendur.

Hetta er heilivágur, sum byggir á omikron-heilivágin, sum fólk hava fingið.

 

Magnus Heunicke er heilsumálaráðharri í Danmark. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Byrja hálvan september

Í Danmark byrjar koppsetingin hálvan september, tá fólk á ellis- og røktarheimum, yvir 85 ár, verða koppsett.

Frá 1. opktober kunnu øll, sum er eldri enn 50 ár, vera koppsett, og fólk undir 50, sum eru sjúk á ein ella annan hátt, verða eisini koppsett.

Danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heuniche, skipaði fyri tíðindafundi fyrrapartin: 

 

02092022_Magnus_Heunicke_til_net


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109