Nú er bara ein reaktorur virkin

Nú er bara ein reaktorur virkin
Stúr verður fyri eini kjarnorkuvanlukku á kjarnorkuverkinum Zaporizjzja í Ukraina
Umsjónarfólk hjá ST royna at sleppa inn á kjarnorkuverkið Zaporizjzja.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
01.09.2022 - 15:41

Annar av virknu reaktorunum á ukrainska kjarnorkuverkinum Zaporizjzja, sum liggur í einum øki, ið russar hava ræði á, er nú sløktur. 

Hetta upplýsir ukrainska orkufelagið, Energoatom.

Samstundis royna kjarnorkueftirlitsfólk frá ST at sleppa til verkið. Tey stúra fyri eini kjarnorkuvanlukku, um verkið verður lagt í oyði. 

Orsakað av spreingivarparum frá russiku herdeildunum móti kjarorkuverkinum, er ein neyðætlan sett í verk, og tann fimti reaktoruruin, som hevur verið virkin, er nú sambært Energoatom eisini sløktur.

Verkið hevur seks reaktorar, men bert tveir hava verið virknir.

Russiska tíðindastovan, Tass, skrivar, at ukrainskir herverksbólkar hava roynt at taka kjarnorkuverkið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130