Nógv flýggja úr Venesuela

Nógv flýggja úr Venesuela
ST sigur, at líka nógv fólk eru flýdd úr Venesuela sum úr Ukraina
Nógvur ófriður er í Venesuela, og fleiri milliónir fólk eru flýdd av landinum. seinastu tíðina
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
01.09.2022 - 09:35

Í Evropa hoyra vit mest um nógvu flóttafólkini úr Ukraina, eftir at Russland gjørdi innrás í landið. Men í Venesuela eru tølini líka stór, upplýsir ST, sambært CNN.

Umleið 6,8 milliónir fólk eru flýdd úr Venesuela seinastu tíðina.

Tað er ein trupulleiki, tí Venesuela fær ikki eins nógva hjálp, sum Ukraina fær.

- Í ár hava fólk í Venesuela bert fingið 13 prosent av tí hjálpini, sum er neyðug, samstundis sum fólk í Ukraina hava fingið fimm ferðir so nógva hjálp, sigur Rachel Schmidtke, sum er talskvinna fyri Refugees Internatinal í Latínamerika.

Fólk flýggja úr Venesuela av versnandi búskaparligum viðurskiftum, tey fáa ov lítið av mati, og atgongdin til heilsuverkið er avmarkað.

Nógv rýma norðureftir, til Meksiko og USA.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130