Russar skrúva fyri gassinum til Týsklands og Fraklands

Russar skrúva fyri gassinum til Týsklands og Fraklands
Russar siga, at gassleiðingin til Týsklands skal umvælast. Og umberingin fyri at skrúva fyri gassinum til Fraklands, er, at eitt franskt felag hevur ikki goldið rokningina
Gazprom hevur skrúvað fyri gassinum til Týsklands og Fraklands.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
31.08.2022 - 15:13

Russiska orkufelagið, Gazprom, stongdi í nátt fyri gassinum til Týsklands, sum landið fekk gjøgnum gassleiðingina, Nord Stream 1.

Gazprom boðaði frá avgerðini herfyri, og orsøkin er, at leiðingin skal umvælast, vóru boðini til Týsklands.

Tað var russiska tíðindastovan, Tass, sum boðaði frá, at gassleiðingin var latin aftur í morgun.

Reuters hevur fyrr skrivað, at Nord Stream 1 verður stongdur í trý samdøgur, frá í dag til 3. september.

 

Góðtaka ikki russisku avgerðina

Týskir politikarar góðtaka ikki, at Russland skrúva fyri gassinum, teir siga tað verður gjørt fyri at revsa Týskland.

Tað er sannlíkt, tí síðani 21. juli er bara ein fimtapartur av gassinum, sum leiðingin klárar, komin til týsku brúkararnar.

Nú verðir bíðað í spenningi eftir, um gassleiðingin letur upp aftur 3. september, sum boð eru komin um.

Ivi er kortini um gassið, tí talsmaðurin hjá russisku stjórnini, Dmitrij Peskov, hevur sagt, at um einki óvanligt hendir, burtursæð frá tekniskum trupulleikum av tiltøkum, so letur leiðingin upp aftur sum ætlað.

Leiðarin fyri týsku veitingartrygdini, Klaus Müller, hevur sagt seg ikki skilja, hví neyðugt er at steingja gassleiðingina nú, og setir spurnartekin við endamálið hjá Gazprom.

Í Týsklandi er fólk í iva um russiska gassið, og nógv bera ótta fyri, at tey verða noydd at sita køld í vetur.

 

 

Skrúva eisini fyri veitingini til Fraklands

Gazprom hevur eisini boðað frá, at øll gassveiting til Fraklands heldur uppat í morgin.

Gazprom boðar frá, at franska felagið, Engie, hevur ikki goldið fyri gassið, sum felagið fekk í juli.

Og so leingi, sum tað ikki er gjørt, verður einki gass sent til Fraklands, eru boðini frá Gazprom.

Franski forsætisráðharrin, Elisabeth Borne, biður franska vinnulívið um at fyrireika seg til, at tað kann gerast torført at fáa streym í vetur.

Vanliga fær Frakland 70 prosent av orkuni frá 56 kjarnorkureaktorum, men í løtuni eru 32 av teimum sløktir, tí teir skulu dagførast og gerast betri og tryggari, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497