- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nicolina av Kamarinum farin
Ein av kendastu kvinnurøddunum í føroyskum tónleiki er tagnað.
Nicolina av Kamarinum andaðist í gjár, 84 ára gomul. Nicolina var sangari og sangskrivari í bólkinum "Tey av Kamarinum", sum vóru millum tey fyrstu, ið góvu út plátur við føroyskum sangum. Nógvir av hesum sangum gjørdust fólkaogn.
Fyrstu pláturnar í 1959
Fyrstu pláturnar komu í 1959. Fleiri av upptøkunum vórðu gjørdar í barndómsheiminum hjá systkjunum av Kamarinum í Konradsbrekku í Havn. Nicolina skrivaði bæði orð og løg til fleiri av sangunum. Nevnast kunnu "Tá kvøldið kemur", "Lívið", "Eg hugsi um teg", "Ei meira eg kenni longsul" og "Mær leingist". Ein annar av mest spældu sangunum hjá Teimum av Kamarinum er "Teir sigla um havið so víða", sum kom á plátu í 1963.
Nicolina er helst fyrsta kvinna, sum av álvara stígur fram sum sangari og sangskrivari í Føroyum. Hon hevur givið yngri føroyskum tónlistafólkum íblástur.
Bæði Eivør Pálsdóttir og Teitur Lassen hava sagt seg vera hugtikin av serstøku og eyðkendu sangrøddini hjá Nicolinu og einfaldu og sorgblíðu løgum hennara. Bæði hava tey framført sangin "Mær leingist", sum í dag man vera hin kendasti av sangunum, ið Nicolina av Kamarinum skrivaði og sang.
Nicolina av Kamarinum var 84 ára gomul, nú hon doyði.
Fleiri heiðurslønir
Nicolina og systkin hennara í bólkinum "Tey av Kamarinum" eru seinnu árini fleiri ferðir heiðrað og viðurkend fyri sín lut í føroyskum tónleiki.
Í 2009 heiðraði Tórshavnar Býráð síni býarbørn við serstøkum heiðursskjali, í 2014 fingu tey Heiðursgávu Landsins, og í 2019 vunnu tey ársins tónleikaheiður á árliga FMA-tónleikafagnaðinum.
Nicolina, sum var fødd í Havn ólavsøkuaftan í 1938, búði í Danmark nú hon doyði, 84 ára gomul.