Gorbatjov endaði kalda kríggið millum eystur og vestur

Gorbatjov endaði kalda kríggið millum eystur og vestur
Í vesturheiminum verður Mikael Gorbatjov fyrst og fremst mintur sum ein stórur ríkisleiðari
Einki kom burtur úr toppfundinum i Reykjavík í 1986, men í 1981 hittust Gorbatjov og Reagan Washington, og tá skrivaðu teir undir eina kjarnorkuavdubbingaravtalu.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
31.08.2022 - 13:43

Seinasti leiðarin í Sovjetsamveldinum, Mikhail Gorbatjov, er deyður eftir longri sjúkralegu. Hann gjørdist 91 ára gamal.

Gorbatjov var við til at leggja kommunistiska stórveldið í grøvina og enda kalda kríggið millum eystur og vestur.

Í vesturheiminum verður Mikael Gorbatjov fyrst og fremst mintur sum ein stórur statsleiðari.

- Gorbatjov var ein einastandandi statsmaður, sum broytti søguna. Hann gjørdi meira enn nakar annar fyri at fáa ein friðarligan enda á kalda krígnum, sigur Antonio Guterres, ST-aðalskrivari.

Jógvan Jespersen var sjónvarpsmaður og Carsten M. Arnskov var teknikari, tá Sjónvarp Føroya var í Reykjavík og sendi frá fyrsta toppfundinum millum Gorbatjov og táverandi amerikanska forsetan, Ronald Reagan.

Jógvan Jespersen og Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, vóru í útvarpsstovuni og gjørdu viðmerkingar, nú Gorbatjov er deyður:

 

31082022_Jespersen_og_Eidesgaard_um_Gorbatjov

 

Jógvan Jespersen og Jóannes Eidesgaard. 

 

Sí brot úr sending, sum Jógvan Jespersen og Carsten M. Arnskov gjørdu frá toppfundinum í Reykjavík í oktober 1986:

 

TOPPFUNDUR_REYKJAVIK

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130