Ukrainar brotið verjugarðin hjá russum í Kherson

bannari
Ukrainar brotið verjugarðin hjá russum í Kherson
Talsmaður fyri ukrainska forsetan sigur, at ukrainski herurin hevur eisini rakt ferjur, sum flyta russiska herinum útgerð
Russland hevur valdið í býnum Kherson, men í morgun siga tíðindini, at ukrainskar deildir hava brotið verjugarðin kring býin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
30.08.2022 - 10:57

Ovasti ráðgevin hjá ukrainska forsetanum, Zelenskyj, sigur í morgun, at ukrainsku herdeildirnar hava brotið ígjøgnum russiska verjugarðin um býin, Kherson. Tað er hent á fleiri hermótum við býin, sigur ráðgevin, Oleksij Arestovytj.

Tað hendir eftir eitt álop, sum vardi fáar tímar, sigur hann.

Hann sigur samstundis, at tað hevur eydnast ukrainska herinum at raka fleiri ferjur, sum skulu flyta russiska herinum útgerð.

Tað er ikki møguligt at fáa tíðindini váttað, skrivar DR.

 

Krevur nógv mannalív

Tað er ikki nógv at frætta frá ukrainska átakinum har suðuri í landinum, tí ukrainska herleiðslan veit, at átakið fer at krevja nógv mannalív, sigur tíðindakvinnan hjá DR, Matilde Kimer.

Tað er av taktiskum ávum, at ukrainar ikki vilja avdúka, hvussu tætt herurin er við Kherson, tí tað mugu russar ikki fáa at vita, men eingin ivi er um, at ukrainski herurin hevur framgongd, sigur hon.

Ukrainar vilja siga sum minst, tí vandi er fyri, at álopið fer at krevja nógv, bæði av vápnum og fólki, sigur Matilde Kimer.

 

Umboð fyri ST-kjarnorkustovnin, IAEA, fara í vikuni at vitja kjarnorkuverkið Zaporitsja í Ukraina.

 

Kanna kjarnorkuverk

Ein bólkur av serfrøðingum frá altjóða kjarnorkustovninum, IAEA, komu í gjárkvøldið til Kyiv í Ukraina, skrivar The Guardian.

Sambært stjóranum í IAEA, fara fólkini at vitja kjarnorkuverkið í Zaporitsja frá í morgin til leygardagin.

Seinastu tíðina er verkið, sum russar hava valdið á, rakt av fleiri rakettum, og eisini í gjár raktu rakettir verkið.

Russarar vilja vera við, at tað er ukrainski herurin, sum skjýtur rakettir eftir verkinum.

Serfrøðingarnir frá ST skulu kanna, um kjarnorkuverkið virkar sum tað skal, og um verkið hevur fingið skaða av álopunum, skrivar The Guardian.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497