Eldur í svenskari ferju

Eldur í svenskari ferju
Eldurin var skjótt sløktur, og ferjan hevur nú kós móti Nynäshamn, sunnan fyri Stokkhólm
Ætlanin var at flyta øll ferðafólkini av Stena Scandica, men tað eydnaðist at fáa annan motorin í gongd aftur, og skipið kundi tí sigla av vandaleið.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
30.08.2022 - 09:02

Seinnpartin í gjár kom eldur í ferjuna "Stena Scandica" í Eystursjónum. Tað er Stena Line, sum eigur ferjuna. 

Eldur kom í eina kølibingju. Tað var tó bara talan um royk, og tað eydnaðist manningini at sløkkja eldin.

Streymurin fór tó umborð, og ferjan rak móti Gotlandi. Vandi var fyri, at ferjan fór at reka á land. 

Ein bjargingarætlan var tí sett í verk, har ætlanin var at flyta tey 241 ferðafólkini umborð á eitt annað skip við tyrlu. Men tá ið 25 ferðafólk í gjárkvøldið vóru flutt, eydnaðist tað at fáa annan motorin í gongd aftur, og ferjan kundi sigla av vandaleið. 

Ferjan hevur nú kós móti svenska býnum Nynäshamn, sunnan fyri Stokkhólm.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130