Ríkisveitingin seks prosent av inntøkunum í 2020

Ríkisveitingin seks prosent av inntøkunum í 2020
Bruttotjóðarúrtøkan í Føroyum í 2020 var 404.000 fyri hvørt fólkið
Uni Rasmussen, landsstýrismaður.
 
26.08.2022 - 08:21

Ríkisveitingin, sum var 17 prosent av inntøkunum hjá tí almenna í 2001, er minkað nógv í prosentum síðani tá.

Hon var seks prosent í 2020 og fimm prosent av útreiðslunum. 

Í 2001 var hon 21 prosent av útreiðslunum.

Tølini fyri 2021 eru ikki tøk enn.

Tað sæst í svari frá Una Rasmussen, landsstýrismanni, til Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um ríkisveiting og fíggjarligt sjálvbjargni.

 

Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, spurdi landsstýrismann í fíggjarmálum um ríkisveiting og fíggjarligt sjálvbjargni. (Mynd. Bjarni Árting Rubeksen)

 

11 milliardir í inntøkum

Inntøkurnar hjá landi, kommunum og almennum sosialum grunnum vóru 11 milliardir og 269 milliónir í 2020.

Útreiðslurnar vóru 12 milliardir og 128 milliónir. 

Bruttotjóðarúrtøkan í Føroyum í 2020 var 404.000 fyri hvørt fólkið.

Roknast kann við, at føroyska bruttotjóðarúrtøkan fyri fólkið vaks fýra-fimm prosent í 2021, sigur Uni Rasmussen.

Í Danmark var bruttotjóðarúrtøkan 399.000 kr. fyri hvørt fólk í 2020 og 428.000 kr. í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
Vikuskiftið 2 mei 2025
191349
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130