Bretland: Russar nýta kjarnorkuverk sum verju

Bretland: Russar nýta kjarnorkuverk sum verju
Kjarnorkuverkið við Zaporisjza er tað størsta í Evropa, og eitt óhapp kann fáa álvarsligar avleiðingar
Russar brúka kjarnorkuverkið í Zaporisjza sum verju, sigur bretska verjan.
 
25.08.2022 - 09:43

Bretska verjan vil vera við, at russar nýta kjarnorkuverkið, Zaporisjza, sum verju í krígnum.

Tað sigur bretska verjan í síni dagligu boðum um kríggið í Ukraina.

Í morgun vísir bretska verjan myndir av russiskum hernaðarakførum, sum standa við kjarnorkuverkið.

Kjarnorkuverkið við Zaporisjza er tað størsta í Europa, og eitt óhapp kann fáa álvarsligar avleiðingar.

Russisku herdeildirnar tóku ræðið á verkinum í mars, og í summar hava russisku myndugleikarnir skuldsett ukrainska herin fyri at hava søkt at verkinum.

 

Bretski forssætisráðharrin, Boris Johnson, var í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, í gjár, í samband við, at 31 ár vóru liðin, síðani Ukraina tók loysing. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Ukraina vísir aftur

Ukraina vísir aftur, at tað eru uklrainskir hermenn, sum søkja at verkinum, men at russar sjálvir gera um seg á verkinum fyri at seta ukrainska herin í ringt orð, og fyri at fáa vesturheimin at minka stuðulin til Ukraina.

- Í boðunum frá bretsku fregnartænastuni stendur, at russar hava roynt at fjala hernaðarakførini undir stórum rørum við verkið, men at kanningar vísa, at akførini eru har, og eru sjónlig.

Hóast russar hava havt valdið á verkinum í seks mánaðir, so eru tað framvegis fólk úr Ukraina, sum reka kjarnorkuverkið.

Bretska fregnartænastan sigur seg bera ótta fyri eini vanlukku, um køliskipanin á verkinum fær skaða, ella um eyka elveitingin verður skadd, og ikki minst, um starvsfólkini á verkinum fara at gera mistøk, tí tey eru undir trýsti.

ST-aðalskrivarin, Guterres, hevur heitt á allar partar um at ansa væl eftir verkinum, tí tað fær álvarsligar avleiðingar, um kjarnorka fer at leka úr verkinum, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130