Japan kúvendir í spurninginum um kjarnorku

Japan kúvendir í spurninginum um kjarnorku
Fleiri kjarnorkuverk, sum lótu aftur eftir vanlukkuna á Fukushima-verkinum í 2011, lata nú uppaftur
Fumio Kishida, forsætisráðhari í Japan.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.08.2022 - 13:56

Japan ætlar nú at lata fleiri kjarnorkuverk uppaftur og at menna nýggj kjarnorkuverk.

Tað kunngjørdi japanski forsætisráðharrin, Fumio Kishida, í morgun.

Við hesum kúvendir Japan í spurninginum um kjarnorku, skrivar Reuters-tíðindastovan.

Í løtuni eru sjey av 31 kjarnorkuverkum virkin í Japan, og av teimum eru trý undir umvæling. 

 

Verk lótu aftur

Flestu kjarnorkuverk í Japan lótu aftur, í kjalarvørrinum av vanlukkuni á Fukushima-kjarnorkuverkinum í 2011, har 10 metrar stórar flóðaldur skolaðu inn yvir kjarnorkuverkið eftir ein stóran jarðskjálvta.

Kjarnorkuverkini skulu vera partur av ætlanini at røkka grønum orkumálum, og at fyribyrgja einari møguligari orkukreppu, eftir ógvusliga príshækkingarnar seinastu tíðina.

Ætlanin er at seta nøkur kjarnorkuverk í gongd aftur, áðrenn veturin kemur, skrivar Reuters.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130