Fær ávaring fyri handfaringina av minkamálinum

Fær ávaring fyri handfaringina av minkamálinum
Thorkild Fogde, ríkispolitiovasti, er koyrdur til hús
Barbara Bertelsen hevur fingið ein ávaring í sambandi við minkamálið.
Mynd: Berlingske  
 
24.08.2022 - 14:58

Aðalstjórin í danska forsætismálaráðnum, Barbara Bertelsen, fær nú eina ávaring fyri sína handfaring av minkamálinum.

Tað hevur Medarbejder- og kompetancestyrelsen avgjørt.

Seinnapartin boðaði stýrið brádliga til tíðindafund at kunna um ráðgevingina, sum stýrið hevur givið forsætismálaráðnum, løgmálaráðnum og umhvørvismálaráðnum, í kjalarvørrinum av frágreiðingini hjá nevndini, ið kannaði minkamálið.

 

Thorkild Fogde, ríkispolitiovasti, er koyrdur til hús. 

 

Tíggju embætisfólk

Tíggju embætisfólk vóru fyri atfinningum og ítøkiliga nevnd í minkafrágreiðingini, sum var almannakunngjørd 30. juni.

Medarbejder- og kompetancestyrelsen hevur mælt til, at aðalstjórin í forsætismálaráðnum, Barbara Bertelsen, fær eina ávaring, sum er linasta starvsrættarliga revsing, sum kann gevast.
Frágreiðingin um minkarnar staðfesti, at Barbara Bertelsen hevði viðvirkað til brot á sannleika- og legalitetsmeginreglurnar.

Aðalstjórin í løgmálaráðnum, Johan Legarth, fær eina átalu, fyri sína handfaring og lut í minkamálinum. Átala er eitt stig álvarsamari enn ávaring.

Leikluturin hjá tveimum embætisfólkum skal tó kannast nærri.

 

Fyribils koyrdir til hús

Ovastin fyri ríkispolitiið, Thorkild Fogde, og aðalstjórin í umhvørvismálaráðnum, Henrik Studsgaard, eru báðir fyribils sendir til hús - frítiknir - meðan ávikavist løgmálaráðið og umhvørvismálaráðið gera tænastumannakanningar av teimum og leiklutinum hjá teimum í minkmálinum.

Sambært danska TV2, kann ein slík kanning enda við, at báðir verða fríkendir, og at teir sleppa aftur til arbeiðis, men úrslitið kann eisini verða, at teir verða uppsagdir.

Allar ráðharrastovurnar siga í tíðindaskrivi, at tær hava fylgt ráðunum frá Medarbejder- og kompetancestyrelsen viðvíkjandi starvsrættarligu revsingunum. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130