Bretland herðir kanska innferðarloyvi hjá russum

Bretland herðir kanska innferðarloyvi hjá russum
Bretski verjumálaráðharrin ivast í, um forboð er rætti leisturin
Ben Wallace er verjumálaráðharri í Bretlandi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.08.2022 - 14:45

Bretland fer møguliga at herða krøvini til russiskar ríkisborgarar at fáa innferðarloyvi til Bretlands.

Tað sigur verjumálaráðharrin, Ben Wallace, sambært the Guardian.

Tað sigur hann, eftir at Finnland, Estland og Kekkia hava heitt á ES um at gevast við at geva russarum ferðafólkavisum í Schengen-londunum, sum avleiðing av russisku innrásini í Ukraina.

- Eg haldi avgjørt, at vit kunnu herða krøvini, men eg eri ikki vísur í, at eitt forboð er rætti leisturin, sigur Ben Wallace.

Hann leggur aftrat, at sær dámar lítið at síggja makarnar hjá oligarkum ella russiskum embætisfólkum hugna sær í suðurevropa, meðan russiski herurin fremur krígsbrotsverk í Ukraina.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130