- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dýrt at vera sálarsjúkur
Tað kostar at vera sálarliga sjúkur, vísir ein nýggj kanning frá Aarhus Universiteti.
Fólk við sálarligum sjúkum tjena minni, og tey hava eisini størri útreiðslur í sambandi við heilsu.
Kanningin vísir millum annað, at fólk í Danmark, sum eru sálarliga sjúk, forvinna í meðan 142.500 kr. minni um árið enn fólk, sum ikki eru sálarliga sjúk.
Kanningin vísir eisini, at fólk, sum eru sálarliga sjúk, hava í meðal 31.500 kr. í eykaútreiðslum um árið í sambandi við heilsuna.
Gunnhild Persson er aðalskrivari í Sinnisbata.
Støðan helst tann sama í Føroyum
Gunnhild Persson, aðalskrivari í Sinnisbata, sigur í viðmerking við Kringvarpið, at hóast ongi føroysk tøl eru, sum lýsa fíggjarstøðuna hjá teimum, ið eru sálarliga sjúk, so er varhugin tann, at støðan er ikki nógv øðrvísi í Føroyum enn í Danmark.
- Vit síggja ofta somu rák her sum í Danmark, sigur Gunnhild Persson.
Hon leggur aftrat, at Sinnisbati hevur ætlanir um at kanna fíggjarstøðuna hjá teimum, sum stríðast við sálarliga sjúku í Føroyum.