Føroya Tele ætlar at bjóða 5G í Hetlandi og Orknoyggjum

Føroya Tele ætlar at bjóða 5G í Hetlandi og Orknoyggjum
Í staðin fyri at kappast við stóru bretsku veitararnar, er ætlanin at samstarva við teir, sigur Páll H. Vesturbú, stjóri í FT Neti
Føroya Tele ætlar at bjóða hetlendingum og orknoyingum 5G, og tað skal gerast í samstarvi við onkran av størri veitarunum í Bretlandi.
 
09.08.2022 - 12:49

Føroya Tele hevur ætlanir um bjóða 5G-net fram í Hetlandi og Orknoyggjunum.

Tað sigur stjórin í FT Net, Páll H. Vesturbú, við Shetland News.

Hetta hendir, eftir at skotski ráðharrin í bretsku stjórnini, Ian Stewart, vitjaði í Føroyum í mai, har telesamskifti var eitt av málunum, ið hann tosaði við føroyingar um. 

 

Samstarv við stórar veitarar

Stjórin í FT Neti sigur, at tað ikki tænir nøkrum endamáli at fara at kappast við veitararnar í Bretlandi.

Heldur skal talan vera um samstarv við nakrar av stóru veitarunum.

- Eg haldi, at veitararnir í Bretlandi sum heild vilja taka sær av teimum størru økjunum, har tað er stór kapping, í staðin fyri leggja breiðan dekning út í ótættbygd økir. Í Føroyum eru vit von við at gera infrakervið við færri kundum, sigur Páll H. Vesturbú.

 

Páll H. Vesturbú er stjóri í FT Neti

 

Shefa skapar røttu fortreytirnar

Shefa-kaðalin hjá Føroya Tele kemur longu í land bæði í Hetlandi og Orknoyggjunum, sum bindur Føroyar, tær norðaru skotsku oyggjarnar og skotska meginlandið, saman. Hetta skapar røttu fyritreytirnar fyri at bjóða seg fram.

Shetland News skrivar, at til stóra øvund fyri Hetland hava Føroyar við einum fólkatali oman fyri 50.000, ein dekning á næstan 100 prosent, tá ræður um 4G.

Eisini er hetta galdandi fyri teir mongu undirsjóvartunlarnar, ið síggjast sum ein ætlan fyri, hvussu Hetland møguliga kann avloysa ferjur við føstum sambandi.

Páll H. Vesturbú sigur, at Føroya Tele er farið undir fyrireikingarnar til at seta 5G-netið upp í Føroyum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946