- Tíðindi, mentan og ítróttur
Níggju ferðir bleiv kært um atburðin hjá løgregluni í fjør
Ótengdi løgregluklagumyndugleikin fekk níggju mál úr Føroyum í fjør.
Fimm revsimál vóru og fýra um atburð hjá løgreglufólki.
Sambært ársfrágreiðingini fyri 2021 vóru tríggjar kærur avvístar sambært rættargangslógini.
Í einum máli var skrivað upprit.
Eingin atfinning var í tveimum málum um atburð, tá har var orð móti orði.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Kannar revsimál móti løgreglufólki
Ótengdi løgregluklagumyndugleikin kannar revsimál móti løgreglufólki og viðger og tekur avgerðir í klagum um atburð løgreglufólks.
Sambært heimasíðuni hjá Den Uafhængige Politiklagemyndighed, sum stovnurin eitur á donskum, stremba tey eftir at tryggja eina rættvísa málsviðgerð fyri øll.
Myngugleikin er hvørki í borgarans ella løgreglunnar tænastu, men í sannleikans tænastu.
Hetta merkir, at hvørki borgari ella løgregla verða sett hægri enn hin í kanningini og avgerðini í einum máli.