- Tíðindi, mentan og ítróttur
Upphitingin á jørðini nærkast nú trimum stigum
Upphitingin á jørðini nærkast nú trimum stigum
Upphitingin hevur higartil verið 1,1 stig, men nógv bendir á, at tað verður heitari, so hvørt sum útlátið av veðurlagsgassum heldur fram, staðfestir veðurlagsgranskari
Mynd: Ritzau / Scanpix
18.07.2022 - 11:36
Granskarin í veðurlagi, Mojib Latif, ávarar um, at upphitingin á jørðini nú nærkast trimum stigum.
Hann vísur til avgerðirnar, sum politikarar taka kring um í heiminum.
Ógvusligar hitabylgjur hava seinastu tíðina verið í Suðurevropa, Kina og USA, og ógvusligi hitin verður nógvastaðni settur í samband við alheims upphitingina.
Upphitingin hevur higartil verið 1,1 stig, men nógv bendir á, at tað verður heitari, so hvørt sum útlátið av veðurlagsgassum heldur fram.
- Hyggja vit eftir, hvat politikarar í løtuni gera, so eru vit á veg móti trimum stigum í upphiting, sigur týski veðurlagsgranskarin, Mojib Latif, veðurlagsgranskari, við týska Mediengruppe Bayern.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV