- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar spæla avgerðandi dyst móti Póllandi
Nú á middegi spælir føroyska mans-unglingalandsliðið í hondbólti móti Póllandi í EM-endaspælinum í Portugal.
Dysturin er avgerandi fyri, um Føroyar kunnu vinna seg millum liðini, ið vinna sær rættin at vera við í HM-endaspælinum fyri U-21 landslið næsta summar.
Føroyar vunnu í gjár 33-31 á Noregi í fyrsta dystinum í miðumfarinum í niðara flokkinum av teimum sekstan liðunum í Portugal.
Vinna Føroyar á Póllandi, verður spælt um at enda einastaðni millum nummar níggju og tólv í endaligu røðini. Fremstu tíggju liðini sleppa við í HM-endaspælið fyri U-21 landsliðið næsta summar. Tapa vit, verður spælt um eitt endaligt úrslit í røðini millum nummar trettan og sekstan. Trettan tey fremstu sleppa við í EM-endaspælið fyri U-20 landslið næsta ár.
Føroyar hava vunnið tveir dystir og tapt tveir higartil í EM-endaspælinum. Føroyar vunnu í fyrsta dystinum í bólkaspælinum á Danmark, og á Noregi í gjár.
Elias á Skipagøtu var við aftur í gjár og átti stóran lut í føroyska sigrinum. Elias hevur havt trupulleikar við knænum, og hann fekk ikki spælt í dystunum móti Slovenia og Ungarn í bólkaspælinum.
Sjónvarpið vísir dystin millum Føroyar og Pólland í dag. Byrjað verður at senda klokkan 11:50, og okkara maður, Suni Merkistein, sigur frá.