- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danish Crown afturkallar rullupylsu
Í farnu viku bað Danish Crown fólk um ikki at eta rullupylsu frá fyritøkuni, har merkingin segði, at vøran var best fyri 27. juli.
Nú eru nýggj boð komin, og nú heitir Danish Crown á fólk um ikki at eta rullupyslu sum er gjørd frá 1. juni.
Stigið verður tikið, tí enn er ikki greitt, um listeriabakteria kann vera í rullupylsuni, sigur fyritøkan í einum boðum.
Listeria kann geva búkilsku og krímlíknandi sjúku.
Rullupylsan, sum talan er um, verður seld í nógvum handlum, og rullupylsan, sum ivi er um, er av merkjunum Pålækker, Den Grønne Slagter og Rema 1000.
Danish Crown upplýsir, at øll pylsa á goymslu er beind burtur um vikuskiftið, og nýggj pylsa verður ikki send á marknaðin, fyrr enn ivamálið um listeria er loyst.