- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarstjóri: Myndir og fráboðan samsvara ikki
Stórar munur er á gitingunum um, hvussu nógvir litrar av olju mikudagin lóku út í gjónna í Mykines.
MRCC fekk eina fráboðan um, at 47 litrar vóru liknir á sjógv, meðan summi mykinesfólk vilja verða við, at talan er um millum 3 og 4000 litrar sum eru farnir á sjógv.
Sambært politiið varð einki gjørt við lekan, tí talan var um eina lítla nøgd á streymasjógvi.
Men nú verður málið kannað nærri, og borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Eyð Ellingsgard, er saman við Bjargingartænastuni á veg út í Mykines at meta um støðuna og oljulekan.
Eyð Ellingsgaard sigur í stuttari viðmerking, at tey sum nú er, ikki vita, hvussu støðan er, men at tað er týðiligt at síggja, at samsvar er ikki millum fráboðanina, sum MRCC og politiið hava fingið, og so tær myndurnar, ið hava verið at sæð úr gjónni í Mykinesi.
Borgarstjórin vil ikki siga nakað meira um, hvørjar ætlanir kommunan hevur, fyrr enn tey eru komin út í Mykines og sjálv hava sæð, hvussu støðan er.