- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønland fær loftrúmið
Grønland fær loftrúmið
Ein nýggja avtala millum Ísland, Kanada og donsku stjórnina hevur við sær, at Grønland fær eftirlitið við loftrúminum yvir Grønlandi um níggju ár.

06.07.2022 - 10:35
Um níggju ár fær Grønland eftirlitið við øllum loftrúminum yvir Grønlandi.
Tað sigur ein avtala millum Ísland, Kanada og donsku stjórnina. Grønlendska landsstýrið bað um avtaluna.
Sum er hava Ísland og Kanada eftirlitið.
Grønland hevur tó longu nú eftirlit við flogførum, sum flúgva 5,9 kilometrar uppi ella lægri enn tað. Eftirlitið í loftrúminum hægri uppi verður framt av Íslandi og Kanada.
Væntað er, at eftirlitið við øllum loftrúminum, sum kemur í 2031, fer at geva 100 arbeiðspláss í Grønlandi.
Føroyar hava í nógv ár roynt at fingið eftirlitið við øllum føroyska loftrúminum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV