- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava kannað plantuverjuevni í frukt og grønmeti
Einki bendir á, at ov stórar mongdir av plantuverjuevnum, pesticidum, eru í grønmeti og frukt, sum fæst til keyps í Føroyum.
Í sambandi við eitt átak hjá matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni í fjør, vóru 18 vørur kannaðar fyri plantuverjuevni, níggju føroyskar og níggju útlendskt framleiddar vørur.
Føroysku vørurnar komu frá seks ymiskum framleiðarum í Føroyum, og útlendsku vørurnar vóru keyptar í trimum ymiskum matvøruhandlum í Havn.
Allar vørur vóru kannaðar fyri 741 ymisk plantuverjuevni.
Av teimum 18 kannaðu matvørunum vóru leivdir av plantuverjurevnum ávístar í fimm matvørum. Allar nøgdir vóru tó undir markvirði.
Einki í vistfrøðiligum vørum
Vørurnar við leivdum av plantuverjuevnum vóru útlendskar appilsinir, klementinir og eplir og eisini tvey sýni av føroyskum kálrabirótum.
Leivdir av plantuverjuevnum vóru ikki ávístar í vistfrøðiligum vørum.
Samanumtikið vóru allar vørur í lagi og í samsvari við galdandi ES-reglur.
Hetta er fyrstu ferð, at Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur kannað frukt og grønmeti fyri leivdir av plantuverjuevnum.