- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frælsur ítróttur: tvey føroysk met í svenskari kapping
Tvey føroysk met vóru sett í frælsum ítrótti um vikuskiftið.
Tinna B. Jørgensen fór avstað við bestu tíðini á 100 metra kapprenningini við kvinnum, meðan Oddvør Josephsen setti nýtt met á 200 metrum.
Metið sett tikið ferðir sama dag
Tær báðar kappaðust ímóti hvørji aðrari á 100 metra teininum. Í innleiðandi kappingini tók Oddvør Josephsen metið frá Tinnu B. Jørgensen við tíðini 12,85 sekund, men bert fáar minuttir seinni endurvann Tinna B. Jørgensen metið, tá hon rann teir 100 metrarnar upp á 12,78 sekund.
Báðar runnu seg í B-finaluna, har Tinna B. Jørgensen rann uppaftur skjótari, men tíðin varð ikki góðkend, tí vindurin var ov nógvur. Ongantíð fyrr hava tvær føroyskar kvinnur runnið so skjótt sama dag, skrivar fif.fo.
Oddvør ikki tómhent
Dagin eftir 100 metra renningina stillaði Oddvør Josephsen upp til 200 metra kapprenning.
Besta tíð hennara var 29,91, men hon knústi hesa og rann meir enn eitt hálvt sekund skjótari. Hon setti nýtt føroyskt met við tíðini 26,38 sekund.
Nógv góð føroysk avrik
Fleiri føroyskir íðkarar tóku lut í kappingini, og sambært fif.fo hevur Føroyar ongantíð staðið seg so væl sum hesa ferð.
Verd at nevna er 12 ára gamla Sigrið Hansdóttir, sum vann ikki færri enn fýra heiðursmerki, millum annað gull í spjótkasti.