- Tíðindi, mentan og ítróttur
Troytt bein í Luksemborg
Tað var ikki leingi, at føroysku spælararnir sluppu at njóta sigurin á Litava, áðrenn farið var av Tórsvølli vestur á flogvøllin í Vágum.
Flogið var til Frankfurt og síðani við bussi til Luksemborg.
Týskvøldið spæla Luksemborg og Føroyar á Stade de Luxembourg.
Dysturin týskvøldið móti Luksemborg verður fjórði dysturin upp á 11 dagar hjá føroyska landsliðnum.
Gunnar Vatnhamar vil spæla hvønn minutt
Ein maður, sum at kalla hevur spælt samfullar 270 minuttir seinastu tríggjar dystirnar er Gunnar Vatnhamar.
Víkingabeinini eru eitt sindur troytt í dag, men svongdin eftir at fara í føroysku landsliðsblusuna týskvøldið er sanniliga til staðar.
Summir venja fótbólt, ímeðan aðrir koma fyri seg aftur við tungari styrkivenjing
Landsliðshópurin var í dag býttur í tvey, teir, sum ikki spældu í gjár, hava vant við bólti og spælarar, sum spældu meira enn 60 minuttir móti Litava í gjár, hava vant styrkivenjing.
Tað krevur nógv kropsliga at spæla fýra dystir upp á so fáar dagar, sigur Magni Mohr, fysiskur venjari hjá landsliðnum, og tað er eisini neyðugt at gera mun á spælarunum, tá venjing skal leggjast til rættis.
Spælarar sum Viljormur Davidsen, Gilli Rólantsson og Gunnar Vatnhamar hava at kalla spælt allar minuttirnar ímóti Turkalandi, Luksemborg og Litava.
Hoyr innslag við Gunnar Vatnhamar og Magna Mohr her: